Ongi úrslit

Átta lond til Føroya at spæla badminton

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í næstum koma átta lond úr Europa til Føroyar at vera við í kappingini, »Small States of Europe, Badminton Team Championship«.

Londini, sum eru við, eru Gibraltar, Grønland, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, umframt Føroyar og tilsamans eru 101 badmintonleikarar meldaðir til kappingina.

Tað er Badmintonsamband Føroya sum er vertur fyri liðkappingini, og kappingin verður tann 30. oktober til 1. november í høllini á Hálsi í Havn.

– Í Badmintonsambandinum gleða vit okkum at bjóða bæði leikarum, og øðrum, sum ferðast við teimum, at vera vælkomin til Føroyar siga tey í Badmintonsambandinum.
Badmintonsambandið fegnast eisini um góða samstarvið, vit hava við Badminton Europe, sum leggur okkum lag á at skipa slíkar kappingar -sigur Mariann Øster, forkvinna.

Hesaferð sendir Badminton Europe ein av teirra altjóða dómarum, Ilkka Vainio, úr Finnlandi, at vera dómari í Høllini á Hálsi

Hópurin sum landsliðsvenjarin, Fai Yin Wong, hevur valt til kappingina hesuferð eru hesi: Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Oddbjørg í Buð Justinussen, Birna Jacobsen, Ranja Joensen, Sanna Thorkildshøj og Mia Thorkildshøj Magnus Dal-Christiansen, Rúni Øster, Asbjørn H. Olsen, Christian Berg Petersen, Jafet Rasmussen, Árant Á Mýrini, og Jónas Djurhuus

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54