Ongi úrslit

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

Áki Bertholdsen
3. juni kl. 11:55

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av heilum piparkornum, sum eisini hava verið at fáa í Føroyum. Men tey eru ikki seld allastaðni, tí tey hava bara verið fáa í einum serhandli.

Orøkin til ávaringina er, at tað er ov eiturevni í teimum, eitt nú chlorpyrifos. Hetta eru eiturevni, sum verður sprænt á planturnar fyri at verja fyri ókrúti, kyktum, og øðrum.

Chlorpyrifos kunnu vera heilsuskaðilig tí tey kunnu skaða arvaeginleikarnar hjá fólki og tey kunnu darva menningini hjá fostrum.

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur eisini, at tað, sum hevur týdning, er, at fólk ikki fáa ov nógv av hesum eiturevnum í seg í langa tíð.

Tað er nevniliga ikki ein eistøk málttíð, sum er heilsuskaðilig, men fáa fólk smáar nøgdir av hesum evnum í seg í longri tíð, kann tað verða skaðiligt.

Heilt ítøkiliga er vøran, ávarað verður ímóti, hendan - sí myndina:

Wild Sichuan Pepper
Nettovekt: 57 gramm

Best fyri: 30.04.2027 og 30.06.2027.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni av hesum piparinum, eiga at koyra tað í skrell, ella at fara aftur í handilin við tí.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Bønarløta á Oyggjarvegnum

8 tímar síðan

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30