Ongi úrslit

Ávara um umfatandi roynd at snýta fólk fyri pengar

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar.

– Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella øðrum myndugleika, siga  Felagið Peningastovnar, løgreglan og Talgildu Føroyar í eini felags ávaring.

Fært tú eini óvæntað sms-boð við einum leinki, er greiði boðskapurin: Steðga á, hugsa teg um og spyr teg fyri,

– Síðani í februar í ár er talið á følskum sms-boðum og svikroyndum vaksið munandi. Serliga seinasta mánaðin eru álopini vorðin fleiri og snildari, siga tey.

– Boðini kunnu síggja álítandi út, og svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari.

– Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri okkurt.

Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum

hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær.

– Enn er eingin uppgerð yvir talið á málum ella fíggjarligum tapum, og tí kann veruliga vavið vera størri enn tað, sum higartil er komið undan kavi.

Talan er tó eisini um samleikastuldur, sum er minst líka álvarsamur. Svikarar hava eitt nú fingið hendur á p- tølum, kortupplýsingum, teldupostbústøðum og loyniorðum til teldupost hjá nógvum føroyingum.

Við hesum upplýsingum verða dyrnar latnar upp til nærum allar upplýsingar um ein persón, og tí ber eisini til at misnýta hesar upplýsingar til nógv ymisk brotsverk – bæði beinanvegin og seinni.

Øll kunnu lata seg lumpa
Føroysku peningastovnarnir hava hvør sær kunnað kundarnar um følsku sms-boðini. Nú álopini eru vorðin

so umfatandi, standa peningastovnarnir, Talgildu Føroyar og løgreglan saman um at ávara allar føroyingar.

– Vit heita staðiliga á øll um at steðga á og hugsa seg um, tá ið tey fáa eini óvæntað sms-boð, hóast boðini kunnu síggja bæði ekta og álítandi út, siga tey.

– Peningastovnar, tryggingarfeløg, Posta, Samleikin og aðrir myndugleikar biðja ongantíð sínar kundar ella brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna.

– Tá er bara umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.

Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera skjótt at. Boðini kunnu síggja sera álítandi út, vera væl orðað, og tí kann tað vera trupult hjá móttakaranum at meta um,hvørt talan er um ektað ella følsk boð.

– Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin, sigur Trygvi Askham frá teknisku kanningardeildini hjá løgregluni.

 Steðga á – hugsa teg um – spyr
Peningastovnarnir og løgreglan heita á allar føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum:

- Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar.

- Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki álit á navninum ella telefonnummarinum í boðunum. Tað kann vera falsað.

- Spyr: Ert tú í iva, vend tær so til peningastovnin ella myndugleikan og spyr.

- Ber skjótt at, um skaðin er hendur: Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Er skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum, kanst tú sperra gjaldskortið á netbankanum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58