Ongi úrslit

Ávaring frá løgregluni: Hált og vandamikið á stórum strekki í Eysturoynni

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Dagføring 12.51:

Løgreglan boðar nú frá at skal man til dømis úr Leirvík og út á Strendur, so er einasti máti at fara ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Landsvegurin er nevniliga heilt stongdur niður,frá Skipaneskrossinum og heilt inn til Skálafjørð.

Omankoyringin til Syðrugøtu er eisini stongd.

Hetta verður gjørt fyri at forða fyri ferðsluóhappum, tí oljulekin er umfatandi og vegurin sera hálur.

Enn er ógreitt, nær vegurin kann latast upp aftur.

Løgreglan boðar beint nú frá, at tað er sera hált og vandamikið at koyra á einum strekki í Eysturoynni.

Talan er um alt strekkið úr Skálabotni heilt til Leirvíkstunnilin, at vegurin er sera hálur og vandamikil at koyra eftir.

Tey sig, at talan er um olju. Men um tað er úr einum tangabili, ella møguliga er úr leka frá hydraulikki, vita tey ikki enn.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

20 tímar síðan

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33