Føroyingar verða í løtuni ávaraðir um víðfevnd svikálop við følskum SMS-boðum. Boðini síggja út til at koma frá kendum føroyskum fyritøkum og tænastum, men endamálið er at stjala persónligar upplýsingar.
Svikararnir látast millum annað vera Samleikin, Nets og Posta. Í boðunum verður móttakarin biðin um at trýsta á eitt leinki, rita inn við Samleikanum og lata frá sær loynital, kontuupplýsingar ella kortupplýsingar.
Samleikin sendir ikki slík leinki
Talgildu Føroyar leggja dent á, at stovnurin ongantíð sendir SMS-boð við leinkjum, har fólk verða biðin um at rita inn, vátta persónupplýsingar ella endurnýggja Samleikan.
Allar rættingar og endurnýggingar skulu gerast inni í sjálvari Samleika-appini. Hevur tú fingið følsku boðini, skalt tú strika tey uttan at trýsta á leinkið.
Sperra kortini beinanvegin
Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, verður mælt til, at tú endurnýggjar Samleikan.
Hevur tú illgruna um, at kontu- ella kortupplýsingar eru misnýttar, skalt tú beinanvegin rita inn í netbankan og sperra gjaldskortini. Síðani skalt tú kanna, um óregluligar flytingar eru gjørdar, og seta teg í samband við bankan.
Ráðini eru greið: Trýst ikki á ókend leinki, lat ongum loyniorð og les altíð boðini gjølla, áðrenn tú góðkennir nakað ella rindar.