Meðan ferðavinnan veksur kring heimin, seta nógv lond og ferðamál tiltøk í verk fyri at verja viðkvæma náttúru og søgulig støð, móti ov nógvari ferðslu og umhvørvisskaða.
Ísland hevur valt at stýra ferðavinnuni heldur enn, til dømis, at seta eitt fast mark fyri talið á ferðafólkum. Myndugleikarnir hava bygt gongubreytir, útsýnispallar og merktar leiðir fyri at verja viðkvæm øki, eitt nú gosøkir.
Ferðavinnuskattir og gjøld frá vitjandi eru við til at fíggja náttúruvernd, meðan ferðafólk verða eggjaði at vitja minni søkt økir kring landið. Hetta seinasta ger Visit Faroe Islands eisini við teirra konsepti Self-Navigating Cars.
Onnur lond hava sett strangari avmarkingar. Í Peru hevur Machu Picchu daglig mørk fyri talið á vitjandi. Tíðarbundin atgongumerkir og fastlagdar gonguleiðir eru gjørdar, fyri at minka um slit og troðkan. Somuleiðis krevst serligt loyvi fyri at ganga eftir Inka-leiðini.
Á Galápagosoyggjunum í Ekvador verður ferðavinnan stýrd við náttúruverndargjøldum, skipaðum útferðum og avmarkaðari atgongd til serliga viðkvæm øki.
Í Antarktis eru strangar reglur fyri, hvussu nógv ferðafólk sleppa í land, og ferðaskip eru undir strongum eftirliti.
Bhutan hevur eina skipan við fáum, men virðismiklum vitjandi. Útlendsk ferðafólk gjalda eitt dagligt burðardygdargjald, sum hjálpir til at fíggja náttúruvernd og almennar tænastur, samstundis sum talið á vitjandi verður hildið niðri.
Summi støð hava beinleiðis mørk. Á Lord Howe Island í Avstralia er talið á gistingarmøguleikum lógarásett, og tí kunnu bert fá ferðafólk vera á oynni í senn.
Í Thailandi varð Maya Bay stongd í fleiri ár orsakað av umhvørvisskaða og er síðan latin uppaftur við strongum avmarkingum á talið av vitjandi.
Hesi tiltøk vísa eina vaksandi alheims gongd, nevniliga at verja náttúrligar og mentanarligar dýrgripir, við at finna eina javnvág millum ferðavinnu og burðardygga menning.