Ongi úrslit

Avmarkað pláss: Nú ber til at melda til landbúnaðarskeið

Búnaðarstovan og Miðnám í Vestmanna skipa fyri landbúnaðarskeiði, sum gevur luttakarum rætt til at festa landsjørð. Freistin at melda til er 14. oktober.

© Búnaðarstovan.
Landbúnaðarskeiðið 2026–2027 byrjar 27. oktober og gevur luttakarum rætt til at festa landsjørð.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Landbúnaðarskeiðið 2026–2027 byrjar 27. oktober og gevur luttakarum rætt til at festa landsjørð. Hetta er tó ikki galdandi fyri festi við mjólkneytahaldi.

Undirvíst verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði og á Miðnámi í Vestmanna týskvøld og hóskvøld frá klokkan 19.00 til 22.30.

Skeiðið er tilsamans 240 tímar og fevnir um átta skeiðspartar. Hvør skeiðspartur endar við próvtøku, og skeiðið varir frá oktober 2026 til juni 2027.

Avmarkað pláss

Skeiðið kostar 3.500 krónur, svarandi til 3.500 DKK. Luttakararnir rinda harumframt sjálvir fyri bøkur og annað frálærutilfar, um tørvur er á tí.

Freistin at melda til er mikudagin 14. oktober. Plássið er avmarkað, og møtiskylda er. Tey, sum tørva skeiðið í sambandi við eina ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11