Ongi úrslit

Avreiðingarvirði 2025: Næraberg, Framherji og Varðin ovast

Nýtt yvirlit frá Vørn vísir, fýra samtøk stóði fyri nærum 64 prosentum av samlaða føroyska avreiðingarvirðinum í 2025.

© JFK.
Trolarin KG-180 "Gadus" hjá P/F JFK Trol í Klaksvík.
Edmund Jacobsen
30. juni kl. 17:00

Fýra stór samtøk stóðu fyri nærum 64 prosentum av samlaða føroyska avreiðingarvirðinum í 2025.

Tað vísir Ognaryvirlit 2026, sum Vørn og Uttanríkis- og fiskimálaráðið hava sett upp. Yvirlitið fevnir um samtøk, feløg og einstaklingar, sum eiga fiskifør í føroyska fiskiflotanum.

Næraberg og JFK størst

Størst eru P/F Næraberg, P/F JFK og V/gr. Føroyagrunnurin frá 1971.

Sambært yvirlitinum høvdu tey eitt avreiðingarvirði á 1,114 milliardir krónur í 2025. Tað svarar til 23,21 prosent av samlaða føroyska avreiðingarvirðinum.

Næststørstur er Sp/F Framherji við 835,9 milliónum krónum, ella 17,42 prosentum.

Varðin og Palli hjá Mariannu beint aftaná

Á triðja plássi er P/F Varðin við 703,5 milliónum krónum, sum svarar til 14,66 prosent.

Síðani kemur P/F Palli hjá Mariannu við 414,9 milliónum krónum, ella 8,65 prosentum av samlaða avreiðingarvirðinum.

Samanlagt stóðu tey fýra størstu sostatt fyri meira enn trimum milliardum krónum í avreiðingarvirði.

Fleiri stór feløg mynda toppin

Aftan fyri tey fýra størstu koma P/F Farcod við 223,9 milliónum krónum, P/F Steintór, P/F Jókin og P/F TG Fish við 207 milliónum krónum, og P/F Thor við 181,9 milliónum krónum.

Yvirlitið fevnir um 101 fiskifør. Talan er millum annað um uppsjóvarskip, verksmiðjuskip, trolarar, línuskip, garnaskip, trolbátar og útróðrarbátar millum 15 og 110 tons.

Smábátar undir 15 tons eru ikki taldir við.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

16 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31