Ongi úrslit

B36 hevur sett nýggjan málmansvenjara

Fyrrverandi málverji hjá NSÍ og Skála flytur av Svangaskarði og í Gundadal

B36
6 tímar síðan

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

Karstin Hansen fer at hava málverjarnar á besta mansliðnum undir hond komandi kappingarár.

Avtalan var undirskrivað í kvøld.

Seinasta hálvtannað árið hevur hann verið málmansvenjari á Toftum.

- Tá eitt so stórt felag sum B36 hevur áhuga fyri tær, so er trupult at siga nei. Eg eri takksamur fyri hendan møguleikan, og eg gleði meg at arbeiða saman við so dugnaligum málmonnum, sigur hann.

Karstin hevur sjálvur drúgvar royndir sum málverji, og hann hevur spælt gott og væl 300 dystir í bestu og næstbestu deildini. Sum spælari umboðaði hann NSÍ og Skála.

Hjartaliga vælkomin, Karstin.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08