Ongi úrslit

B68 hevur sett nýggjan venjara

Martin Jarnskor verður venjari fram til kappingarenda, og Pedro Tarancon Anton verður hjálparvenjari

Tofta Ítróttarfelag
7 tímar síðan

Í annaðkvøld fer B68 at spæla í 22. umfari á Argjum. B68 er niðast á stigatalvuni, og ein spurningur hevur verið, hvør fer at hava ábyrgdina av liðnum í seks teimum seinastu umførunum.

Í kvøld skrivar B68 soleiðis:

Síðani samstarvið millum B68 og høvuðsvenjarin Aleksander Jovevic og hjálparvenjarin Nenad Saric helt uppat 24. august, hava Martin Jarnskor og Pedro Tarancon Anton vant meistardeildsliðið hjá B68 og koma teir eisini at gera tað restina av kappingarárinum, saman við Karstini Hansen málmansvenjara.

Martin hevur í ár verið venjari hjá 2. deild og Pedro verið fysiskur venjari.

Jóhan Dávur Højgaard, Ingolf Petersen og Jann Ingi Petersen koma at hava ábyrgdina av 2. deild, skrivar Tofta Ítróttarfelag í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Í gjár kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

14 tímar síðan