Ongi úrslit

B7 OG B8 eru nú flutt Í H-Bygningin

Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið verða innlagdir á eystursíðuni á H1

Landssjúkrahúsið
1 tími síðan

Týsdagin 8. september var móttøka á Landssjúkrahúsinum fyri at hátíðarhalda at medisinsku seingjadeildirnar á B7 og B8 fluttu í H-bygningin.

Sjúklingar, ið áður hava verið innlagdir á B7 og B8 verða frameftir innlagdir á H1 eystaru megin.

Katrin á Lakjuni, deildarleiðari, bjóðaði vælkomin til móttøkuna og segði nøkur orð um medisinsku seingjardeildina og flytingina og síðani helt Jan Rasmussen, depilsleiðari á medisinska deplinum, eina røðu um depilin, tað broyting sum fer fram og takkaði starvsfólkunum á deplinum fyri teirra góða arbeiði.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, bar fram røðu og Sigurð Ó. Vang takkaði vegna Landsverki sínum samstarvspørtum fyri góða samstarvið.

Lena og Niclas spældi og sungu nøkur løg og Elisabeth Hjaltalin, deildarleiðari, segði at enda nøkur orð.

Tað eru serliga sjúklingar við apopleksi og neurologiskum sjúkum – eins og sjúklingar við hjarta- og lungnasjúkum, ið verða innlagdir á eystursíðuni á H1.

Á H1 seingjadeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir verða innløgd á medisinsku seingjadeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu. Eisini verða nýggjar isolatiónsstovur tiknar í brúk, ið er eitt týdningarmikið ískoyti at brynja sjúkrahúsverkið til framtíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

Í gjár kl. 15:06