Trupulleikarnir við kópum á føroyskum alistøðum vuksu munandi í 2023. Síðani hava Bakkafrost og ELDI arbeitt miðvíst við at menna loysnir, sum kunnu forða kópum í at gera skaða á laksin.
Nú hava partarnir gjørt avtalu um veiting av nýggjum nótum.
Skulu tola harða føroyska veðrið
MARVOX-S er framleidd úr HDPE og hevur stóran brotstyrki, samstundis sum nótin er gjørd soleiðis, at hon varðveitir smidleikan.
– Nótirnar skulu halda kópunum burtur, hava langa livitíð og tola nógvar harðar føroyskar vetrar, sigur Bjarni Larsen, alileiðari hjá Bakkafrost.
Nótirnar eru gjørdar úr einum einstøkum HDPE-tilfari. Sambært Liv Lund, ESG-leiðara hjá ELDI, ger hetta tað lættari at endurnýta tilfarið og varðveita eina javna og góða góðsku.