Ongi úrslit

Bakkafrost Scotland: 39 milliónir krónur til nýggjar verkætlanir

Skotska dótturfelagið hjá Bakkafrost ger nú íløgur fyri 39 milliónir krónur í nýggjar verkætlanir, sum sambært fyritøkuni skulu styrkja alingina og tryggja arbeiðspláss í Skotlandi.

© Bakkafrost Scotland.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Bakkafrost Scotland hevur sett í gongd nýggjar verkætlanir fyri umleið 39 milliónir krónur. Størsti parturin er ein sáttmáli upp á umleið 31 milliónir krónur til eitt nýtt arbeiðsskip til alibrúk, meðan umleið átta milliónir krónur verða brúktar til at umvæla eina fóðurflaka. Tað skrivar FishFocus.

Nýtt arbeiðsskip til alingina

Nýggja skipið verður 21 metrar langt og níggju metrar breitt. Tað er serliga sniðgivið til arbeiði við tungum uppgávum á aliplássunum hjá Bakkafrost Scotland og skal latast í september 2027. 

Verkætlanin verður mett at stuðla umleið 250 arbeiðsplássum og meira enn tíggju lærlingaplássum á skipasmiðjuni Macduff Shipyards.

Sambært Bakkafrost Scotland skal skipið styrkja raksturin og gera arbeiðið tryggari kring aliringarnar.

Milliónir lagdar í skotskar strandarbygdir

Samstundis verður ein fóðurflaki umvældur og dagførdur, áðrenn hann verður settur í rakstur á aliplássinum í Loch Fyne. Tá arbeiðið er liðugt, fær flakin eina fóðurorku upp á 300 tons.

Bakkafrost Scotland hevur frammanundan lagt meira enn 97 milliónir krónur í skipabygging hjá Macduff Shipyards og umleið 63 milliónir krónur í sjóverkætlanir á oynni Bute. Sambært stjóranum, Ian Laister, er talan um eina týðandi íløgu í bæði alingina og tær vinnur, sum veita tænastur til Bakkafrost Scotland.

Mest lisið hesa vikuna

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi

4. juni kl. 09:15

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00