Hetta er ein trupulleiki sum má loysast beinanvegin. Tað sigur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og tað hann hugsar um, er sjúkraflutningurin í Vágum, og kring landið sum heild.
Tí vil hann hava Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum at greiða frá, um hon kann tryggja, at sjúkrabilurin í Vágum altíð verður mannaður við tveimum fólkum.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu støðan hjá sjúkraflutningstænastuni er kring landið, og í hvørjum øðrum økjum tað eru trupulleikar við at starvsfólki
Jóhannis Joensen sigur, at nú hendi tað aftur at hesa vikuna hevur bara eitt fólk verið til sjúkrabilin í Vágum.
– Ein vælvirkandi sjúkraflutningstænasta er ein grundleggjandi partur av trygdini í heilsuverkinum, staðfestir hann. Og virkar hon ikki nógv væl, er. tað álvarsligt, tí í bráðneyðugum støðum er tíðin, til røtt hjálp er á staðnum, avgerandi.
– Tí er ein vælvirkandi sjúkraflutningstænasta eisini ein fortreyt fyri málinum um, at fólk skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur.
Hann vísir á, at landsstýriskvinnan hevur áður upplýst, at manningartrot er ein trupulleiki og tað ger tað ringt at manna sjúkrabilarnar kring landið.
Hann sigur eisini, at er tað fígging sum krevst, vónar hann, at vilji er at finna pengarnar. Men hann leggur afturat, at hetta sæst ikki beinleiðis aftur á fíggjarlógini.
Løgtingsmaðurin sigur, at hetta eru trupulleikar, sum mugu loysast beinanvegin, og at tað er avgerandi, at støðirnar kring landið, eisini støðin í Vágum, eru mannaðar, so tilbúgvingin er trygg.