Ongi úrslit

Barba aftur til HM – lyftir í morgin

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í hesum døgum er HM Masters í olympiskari vektlyfting í Athen. Kappingin byrjaði 17. september og heldur fram til 26. september.

Føroyar hava eitt umboð við til kappingina, tað er Barba Jansdóttir sum er við í HM kapping fyri aðru ferð. Og í morgin er Barba aftur á pallinum, tá hon skal kappast í K35 í vektflokkinum undir 65 kilo.

Í fjør var Barba í HM í Las Vegas, har hon stóð seg væl og gjørdist nummar 7 í heiminum í sínum aldurs- og vektbólki. Hon endaði tá við 63 kilo í trekk, 83 kilo í stoyt og sostatt 146 kilo í tveykampinum.

Í ár er bólkurin stórur. Heili 32 kvinnur eru við í K 35 í vektflokkinum undir 65 kilo, sum er mastersbólkurin fyri kvinnur, ið fylla millum 35 og 39 ár í ár.

Barba er tilmeldað við 150 kg í tveykampi, sum er 10. hægsta tilmelding av teimum 32 lyftarunum. Tí verður væntað, at hon kemur at lyfta í A-bólkinum, ella í B-bólkinum sum ein av teimun sterkastu har.

Vónirnar eru um eina top-10 plasering í ár og harvið enn eitt gott føroyskt úrslit á heimsmeistarastigi.

Barba lyftir í morgin, fríggjamorgunin klokkan sjey føroyska tíð.

Kappingin verður stroymd beinleiðis á YouTube, so til ber at fylgja Barbu heimanífrá. Tað ber til at fylgja við her: https://www.youtube.com/@hellenicmastersweightlifting/streams

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Føroyar mugu ikki elta Europa

Í gjár kl. 22:49