Ongi úrslit

Bárður er 12. málverjin

Fyri fyrstu ferð er málverji hjá Víkingi millum stólparnar á føroyska landsliðnum

Jóannes Hansen
27. mars 2023 kl. 17:45

Ein av teimum 11 føroysku spælarunum, sum nú klokkan 17 vera á vøllinum í útidystinum ímóti Norðurmakedonia, hevur ongantíð áður verið á besta landsliðnum. Tað er Bárður á Reynatrøð, sum fer at verja føroyska málið.

Hann er ikki heilt ókendur í landsliðshøpi, tí hann hevur áður vart málið á U-21 landsliðnum. Í fjør og í fyrraárið vardi hann U-21 landsliðsmálið í 8 EM undankappingardystum. Ein av dystunum var ímóti Norðurmakedonia. Tað var á útivølli fyri júst einum ári síðani. 29. mars í 2022 vardi Bárður á Reynatrøð føroyska málið á sama vølli, har Føroyar í dag spæla ímóti Norðurmakedonia. Ùrslitið var 1-0 til Føroyar, og tað var ein av liðfeløgunum hjá Bárði á vøllinum í dag, sum skoraði málið. Stefan Radosavljevic skoraði sigursmálið við brotssparki í 52. minutti.

Bárður á Reynatrøð er 12. málverjin í altjóða skrásettum landsdystum, síðani Føroyar 24. august í 1988 í Íslandi spældu fyrsta altjóða skrásetta dystin.

Her er listin  í tí røðini, sum málverjarnir fyrstu ferð hava verið á landsliðnum, og hvussu nógvar landsdystir teir hava spælt. Sum tað sæst, so er Jákup Mikkelsen málverjin, ið oftast hevur vart føroyska málið.

Víkingur er felagið hjá teimum í Eysturkommunu. Tað var stovnað í 2008, og Bárður á Reynatrøð er fyrsti málverjin hjá Víkingi, sum verjir landsliðsmálið

 

Jens Martin Knudsen                      65

Kaj Leo  Holm Johannesen             4

Bjarni Johansen                               2

Jákup Mikkelsen                              73

Sunvard Joensen                              1

René Tórgarð                                    3

Gunnar Nielsen                                70

Tórður Thomsen                              2

Teitur Matras Gestsson                  20

Trygvi Askham                                  1

Mattias H. Lamhauge                     3

Bárður á Reynatrøð                        

kelda: faroesoccer.com

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

19 tímar síðan

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58