Ongi úrslit

Beinir á Reinsarínum: Tvær konsertir longu útseldar

Stórur áhugi er fyri konsertunum hjá Beini á Reinsarínum í Havn um vikuskiftið. Tvær konsertir eru útseldar, men enn ber til at fáa atgongumerki til hinar báðar.

Beinir fer á pallin fýra ferðir á Reinsarínum um vikuskiftið. Tvær konsertir eru longu útseldar.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Beinir fer at hava fýra konsertir á Reinsarínum í Havn frá fríggjadegnum 6. november til sunnudagin 8. november.

Konsertirnar fríggjakvøldið 6. november og leygarkvøldið 7. november, báðar klokkan 20, eru útseldar.

Enn eru tó atgongumerki eftir til eykakonsertina leygardagin 7. november klokkan 17 og konsertina sunnudagin 8. november klokkan 20.

Atgongumerkini kosta 260 krónur.

Nýggjur tónleikur og gestir úr Tøgn

Á konsertunum fer Beinir at framføra bæði nýggjar og eldri sangir við gittara og klaveri, soleiðis sum hann upprunaliga hevur skrivað teir.

Hann er í løtuni frammi við EP-útgávuni The End or Beginning Of Us og lagnum Eingi orð saman við føroyska bólkinum Tøgn.

Hinir limirnir í Tøgn verða gestir á øllum fýra konsertunum.

Síðani útgávuna Greener í 2024 hevur Beinir gjørt vart við seg bæði í Føroyum og Danmark. Hann hevur verið millum tíggju tey mest spældu nøvnini í donskum útvarpi og vunnið tvær FMA-virðislønir.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30