Beint nú eru ongar ætlanir um at broyta mvg-viðurskiftini ímillum Landið og kommunurnar.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Steffan Abrahamsson Løkin, sum í hesum døgum hevur sæti á Løgtingi fyri Fólkaflokkin sum varamaður fyri Fróða Magnussen, hevur spurt landsstýrismannin um hann heldur, at viðurskiftini eru rættvís og um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið mvg aftur í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling.
Og so spyr hann eisini hví hví svimjihøllin í Runavík ikki lýkur treytirnar fyri at fáa mvg aftur.
Aksel V. Johannesen sigur, at vit hava tvær skipanir á hesum øki. Onnur skipanin er kommunala mvg-endurgjaldið, har kommunur fáa 75 prosent av mvg aftur.
Hin skipanin er eftir grein 3 a í lógini, felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera ávísar íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi, sum ikki er vinnuligt, fáa mvg aftur - men tann skipanin er ikki galdandi fyri kommunurnar.
– Skipanin er greið á tann hátt, at kommunur fáa 75 prosent av mvg endurgoldið eftir kommunalu skipanini.
Hinvegin lúka kommunur ikki treytirnar fyri at fáa mvg aftur eftir grein 3 a í mvg-lógini, og ongin kommuna hevur fingið játtað mvg aftur eftir grein 3a í mvg-lógini, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum - men tær fáa mvg aftur eftir vanliga kommunalu skipanini um mvg endurgjald.
Aksel V. Johannesen sigur, at upp á standandi fót kann Taks ikki siga um svimjihallirnar í Havn og Klaksvík hava fingið mvg aftur í sambandi við bygging, útbygging ella umvæling.
Heimildin hjá kommunum at fáa 75 prosent av mvg aftur, hevur verið galdandi síðani 1993. Hava Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna bygt, útbygt ella umvælt svimjihallir eftir 1993, hava tey helst fingið 75 prosent av mvg aftur eftir kommunalu skipanini.
Men tær hava ikki fingið endurgjald eftir grein 3 a í mvg lógini, staðfestir Aksel V. Johannesen.
Hann staðfestir somuleiðis, at svimjihøllin í Runavík lýkur ikki treytirnar fyri at fáa mvg aftur eftir grein 3 a í mvg lógini, tí kommunur eru ikki fevndar av hesi greinini.
Hetta merkir tó ikki, at Runavíkar kommunan ikki kann fáa 75 prosent av mvg aftur, tí hon er, eins og allar aðrar kommunur, fevnd av kommunalu skipanini. Sostatt hevur Runavíkar kommuna helst fingið - ella hon kann fáa - mvg aftur eftir vanligu reglunum.
Annars sigur Aksel V. Johannesen, at í løtuni er ongin ætlan um at broyta skipanina. Men Landsstýrið og Kommunufelagið hava sett ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu eldraøkið skal fíggjast í framtíðini.
Endamálið er at tryggja, at kommunurnar framhaldandi klára at fíggja eldraøkið. Í tí sambandi vera fleiri fíggjarlig viðskifti ímillum Landið og kommunurnar viðgjørd, eisini skipanin við mvg afturbering til kommunurnar.