Fólkakirkjan hevur lýst eftir virkandi sóknarpresti til Suðurstreymoyar vestara prestagjald frá 1. januar til 31. mars 2027.
Orsøkin er, at sóknarpresturin Bergur D. Joensen hetta tíðarskeiðið verður upptikin av arbeiðinum við nýggju bíbliutýðingini.
Avloysarin skal røkja prestastarvið í fýra kirkjusóknum: Tórshavnar vestara, Argjum, Kirkjubø og Hesti.
Harumframt verða gudstænastur hildnar í Norðadali. Presturin skal eisini hava gudstænastur og andaktir á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum.
Umsøkjarar skulu hava prógv í gudfrøði og lúka lógarásettu krøvini til at gerast prestur í fólkakirkjuni.
Lønin er sambært sáttmála á lønarstigi 28,1–36,1. Eingin tænastubústaður fylgir starvinum.
Umsóknarfreistin er 16. november 2026 klokkan 13.00. Umsóknir skulu sendast Føroya Stiftsstjórn á umsokn@folkakirkjan.fo.