292 børn og ung bíða eftir útgreining í barna- og ungdómspsykiatriini. Bíðitíðin er umleið 24 mánaðir. Samstundis bíða 811 vaksin eftir ADHD-útgreining, og har er bíðitíðin umleið 36 mánaðir.
Nú spyr Bjørt Lind, løgtingskvinna, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvat ætlanin er at gera við støðuna. Hon vil millum annað vita, um fleiri sálarfrøðingar kunnu útbúgvast til serpsykologar og harvið vera við til at stytta bíðitíðirnar í psykiatriini.
Bert 0,8 serlæknastarv er mannað
Ein av avbjóðingunum er trot á serfrøðingum. Sambært Sjúkrahúsverkinum er í løtuni bert eitt serlæknastarv mannað í barna- og ungdómspsykiatriini, og starvsbrøkurin er 0,8.
Samstundis hevur fyrsti serpsykologkandidaturin lokið introduktiónsstarvið í barna- og ungdómspsykiatriini. Í fyrispurninginum verður hetta lýst sum eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at byggja upp meiri serfrøði á økinum í Føroyum.
Spyr um ítøkilig átøk
Bjørt Lind spyr, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at fleiri sálarfrøðingar fáa møguleika at taka serpsykologútbúgving innan barna- og ungdómspsykiatri og vaksinpsykiatri.
Hon vil eisini vita, um útbúgvingarstørv til serpsykologar kunnu fíggjast úr serstøku serlæknapuljuni, og hvønn leiklut serpsykologar kunnu hava í arbeiðinum at stytta bíðitíðirnar til útgreining og viðgerð.
Serpsykologútbúgvingin er ein fýra ára víðariútbúgving fyri sálarfrøðingar, sum vilja serútbúgva seg innan psykiatri ella barna- og ungdómspsykiatri. Sambært fyrispurninginum varð útbúgvingin millum annað ment vegna tørvin á fleiri serfrøðingum á økinum.