Ongi úrslit

Bilasølan í Føroyum tekur dik á seg: Meira enn tvífalt so nógvir nýggir persónbilar í oktober

Skrásetingin av nýggjum persónbilum í Føroyum meira enn tvífaldaðist í oktober. Higartil í ár eru 222 fleiri nýggir persónbilar skrásettir enn í fjør.

© Savnsmynd.
Skrásetingin av nýggjum persónbilum í Føroyum meira enn tvífaldaðist í oktober, og higartil í ár eru 222 fleiri nýggir persónbilar skrásettir enn sama tíðarskeið í fjør.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Ferðin er av álvara komin á føroyska bilamarknaðin. Í oktober vórðu 143 nýggir persónbilar skrásettir, samanborið við 69 sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 107 prosent.

Nýggjastu hagtølini frá Akstovuni vísa, at framgongdin eisini sæst í skrásetingunum fyrstu tíggju mánaðirnar í ár.

Frá januar til oktober 2026 vórðu 1.262 nýggir persónbilar skrásettir í Føroyum. Sama tíðarskeið í fjør var talið 1.040.

Tað eru 222 fleiri bilar, sum svarar til ein vøkstur upp á 21,35 prosent.

Nærum 20 prosent fleiri nýggj akfør

Framgongdin sæst eisini í øðrum akførum.

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vórðu tilsamans 1.808 nýggj akfør skrásett, samanborið við 1.508 sama tíðarskeið í fjør.

Tað eru 300 fleiri akfør, sum svarar til ein vøkstur upp á 19,89 prosent.

Serliga stórur var vøksturin í oktober. Tá vórðu 203 nýggj akfør skrásett, samanborið við 120 í oktober í fjør. Tað er ein vøkstur upp á góð 69 prosent.

Fleiri lastbilar og prutl

Skrásetingin av nýggjum lastbilum er meira enn tvífaldað fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. Talið er vaksið úr seks upp í 13.

Eisini eru fleiri nýggj prutl skrásett. Higartil í ár eru 75 prutl skrásett, samanborið við 54 í fjør.

Talið av nýggjum vøruvognum er vaksið úr 244 upp í 257, meðan skrásetingin av viðfestivognum er økt úr 110 upp í 128.

Eisini fleiri brúkt akfør

Hagtølini vísa somuleiðis framgongd í skrásetingini av innfluttum brúktum akførum.

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vórðu 314 innflutt brúkt akfør skrásett, samanborið við 279 í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 12,54 prosent.

Av hesum vóru 155 persónbilar, samanborið við 141 sama tíðarskeið í 2025.

Tilsamans eru 2.122 nýggj og innflutt brúkt akfør skrásett higartil í ár, samanborið við 1.787 í fjør.

Tað er ein samlaður vøkstur upp á 18,75 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14