Hetta vikuskiftið hevur løgreglan tikið tríggjar biðførarar fyri at koyra við kenning. Ein varð tikin í Eysturoyartunlinum og ein annar varð tikin í Klaksvík.
Og norðan fyri varð eisini ein bilførari tikin og tá ið hann var kannaðir vísti tað seg, at hann hevði kenning. Men tað vísti seg, at hann hevði heldur einki koyrikort. Talan var um ein útlending, sum hevði mist koyrikortið í heimlandinum. Men nú var hann komin til Føroya at arbeiða og hevði ikki tikið koyrikortið her.
Fyrstu ferð, ein verður tikin at koyra við ongum koyrikorti, kostar tað 5.000 krónur í bót og tað kemur so oman á revsingina fyri at koyra við kenning.
Somuleiðis varð ein bilførari tikin í Suðuroy fyri at hava rúsevni uppi á sær.