Ongi úrslit

Bilførari á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp - men næstan eingir vindskaðar

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Um miðdagsleitið í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at ein bilur var farin út av í einum svingi oman fyri Oyndafjørð.

Løgreglan sigur, at bilurin endaði niðri í haganum og fekk stóran skaða. Løgregla og sjúkrabilur komu á staðið og bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Annars var fitt av vindi í gjár og løgreglan fyrireikaði seg upp á, at skaðar fóru at enda og tí stovnaði tey eitt mál í gjár til tað sama.

Men tær síðurnar eru næstan blankar, tí løgreglan sigur, at næstan eingin hevur ringt at boða frá skaða. Onkrar fráboðanir komu úr Hoyvík og av Norðasta Horni um takplátur, sum vóru loysnaðar og um plátur av einum byggiplássi, sum høvdu rivið seg leysar.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

Í gjár kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

Í gjár kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

Í gjár kl. 09:55

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27