Eftir ólavsøku var eitt uppslag á Facebook, har ávarað var ímóti einum bilførara, sum hevði vent sær til ungar gentur. Løgreglan sigur, at í kjalarvørrinum á tí, fekk løgreglan tríggjar fráboðanir um tað sama.
Løgreglan sigur, at tey kannaðu málið og tað vísti seg, at allar tríggjar fráboðanirnar snúði seg um somu hending.
Løgreglan sigur, at tey hava tosað við tey, sum vóru viðkomandi og tey hava eisini funnið fram til, hvør bilførarin var.
Og niðurstøðan hjá løgregluna var, at har var einki illgrunasamt farið fram og at bilførarin hevði ikki viljað nakað ilt. Sostatt verður ikki meiri gjørt við málið.