Ongi úrslit

Bilførari við kenning koyrdi út av

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Hetta vikuskiftið er Norðfestivalur á Viðareiði og í tí sambandi hendi eitt ferðsluóhapp í gjárkvøldið. Tað hendi tá ið ein bilur, við tveimum fólkum, fór út av og endaði á takinum.

Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið, men tá ið løgreglan tosaði við bilføraran, fingu tey illgruna um, at hann var ávirkaður.

Tá ið hann blástia alkometrið, gav tað eisini útslag, so blóðroynd varð tikin av honum og hann er skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Bæði fólkini í bilinum fóru á sjúkrahús til kanningar, men tey høvdu verið sera heppin, tí tey sluppu frá óhappinum uttan nevnivert av skaða.

Í nátt tók løgrelan eisini ein bilførara í Havn, sum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

Í gjár kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01