Í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at ein bilur var stolin. Talan var um ein bil, sum varð settur, og sum sostatt heldur ongar nummarplátur hevði.
Talan er um ein koksgráan Opel Zafira frá 2006 og hann er stolin onkuntíð í tíðarbilinum ímillum mikukvøldið og í morgun.
Talan er um ein gamlan vinnubil, so umframt at bilurin ongar plátur hevur, hevur hann eisini stór búmerki á síðunum og í bakrútinum har tað stendur »BBR«.
Bilurin stóð á einum plássi við Stoksoyrarveg í Klaksvík, har tað standa fleiri bilar, sum eru settir.
Løgreglan sigur, at hevur nakar sæð bilin, eru tey vælkomin at siga frá.