Borgarstjórin í Bissen í Luksemborg, David Viaggi, vitjaði í gjár Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, undan Champions League-dystinum millum KÍ og FC Atert Bissen.
Vitjanin kom í lag, eftir at David Viaggi fekk at vita, at lið hansara skuldi spæla móti einum liði úr einum býi, sum er á leið somu stødd sum Bissen. Hann vildi tí koma til Føroya, hitta borgarstjóran og fáa innlit í umstøðurnar í Klaksvík.
Smáir býir á stórum palli
KÍ og FC Atert Bissen spæla í kvøld fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í UEFA Champions League. Dysturin er tann fyrri av tveimum, og vinnarin samanlagt spælir seg víðari í kappingini.
Bissen er ein lítil kommuna í Luksemborg við umleið 3.500 íbúgvum. Seinastu árini hevur fótbólturin fingið alsamt størri týdning í kommununi.
Hetta er fyrstu ferð, at FC Atert Bissen hevur tryggjað sær luttøku í UEFA Champions League.