Nýggja avtalan millum Grønland, Danmark og USA hevur aftur sett sjálvsavgerðarrætt á politisku dagsskránna. Men fyrrverandi landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm heldur lítið um føroysku politikararnar, sum nú vilja hava føroyska sjálvsavgerðarrættin staðfestan av nýggjum.
Hann kallar tað beinleiðis "politiskt gluggapynt".
– Okkara sjálvsavgerðarrættur er langt síðan staðfestur, og er hann tíbetur óvikandi – ella ómissandi. Framtíðin er í hondunum á Føroya fólki og ongum øðrum, skrivar Bjarni á Facebook.
Vísir til avtaluna frá 2005
Bjarni vísir á felagsyvirlýsingina frá apríl 2005 millum Anders Fogh Rasmussen, táverandi danska forsætisráðharran, og Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmann.
Hann endurgevur millum annað Fogh fyri at siga:
– Det er den færøske befolkning, der afgør Færøernes fremtidige tilknytningsforhold til Danmark.
Anders Fogh Rasmussen segði eisini, at danska stjórnin fór at virða tað, um Føroya fólk ynskti at fara úr ríkisfelagsskapinum.
– Dyrgja eftir yvirskriftum
Bjarni heldur, at kjakið gevur eina skeiva mynd av, at sjálvsavgerðarrætturin skal staðfestast av nýggjum.
– Tá ið politiska soðið er tunt, og neyðugt er at flyta fokus, so er helst gott við politiskum gjari, um ikki annað, so fyri at fáa fatur á yvirskriftunum, skrivar hann.
Hann leggur afturat:
– At sjálvsavgerðarrætturin nú verður nýttur at dyrgja við – tað avdúkar seriøsitetin millum teirra, sum áttu at vitað betur.
Bjarni Djurholm varð valdur inn á ting fyri Fólkaflokkin og var landsstýrismaður í vinnumálum frá august 2000 til februar 2008.