Ongi úrslit

Bjóða nú til kapping um at skriva sangin til oyggjaleikirnar – og vinningurin er góður

Áki Bertholdsen
1. oktober kl. 08:42

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa nú fyri eini kapping um, hvør ið skal skriva tann almenna sangin til oyggjaleikirnar í Føroyum næsta ár.

Hetta verður sangurin, sum skal seta ljóð á oyggjaleikirnar, og vinningarnir eru góðir.

Tríggjar virðislønir verða latnar:
        1. virðisløn: 40.000 krónur
        2. virðisløn: 20.000 krónur
        3. virðisløn: 10.000 krónur

Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026. Vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar næsta ár.

Treytir fyri luttøku
· Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.
· Teksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.
· Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.
· Tað skulu vera fólk, sum syngja allar røddirnar
· Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.
· Tey, sum skriva sangin, skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.
· Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.
· Dómsnevndin tilskilar sær rætt til - í samráð við vinnaran – at gera onkrar broytingar, sum tey halda vera neyðugar at gera.

Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF seta í felag, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag og tekst, og hvussu sangurin hóskar seg sum oyggjaleikasangur.

Freistin at senda sang inn er 1. desembur.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55