Løgtingskvinnan Bjørt Lind vil hava greiðu á, hvussu skipanin við seksualundirvísing á miðnámi virkar í verki.
Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini.
Vil hava tølini fram
Bjørt Lind spyr, hvussu nógvar tímar í seksualundirvísing ung á miðnámi fáa um árið frá Gigni, síðani skipanin varð sett í verk í 2024.
Hon vil eisini vita, hvørjir miðnámsskúlar hava fingið undirvísing frá Gigni síðstu tvey árini, og hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av henni.
Eingin lóg tryggjar undirvísingina
Í 2024 varð avgjørt, at øll ung á miðnámi skuldu fáa seksualundirvísing. Í fyrstu syftu skuldu næmingar á fyrsta ári raðfestast.
Gigni fekk ábyrgdina av uppgávuni, og játtanin varð hækkað við 500.000 krónum.
Bjørt Lind spyr eisini, um skipanin verður eftirmett, og nær ein slík eftirmeting kann væntast. Í Danmark varð í 2023 ásett við lóg, at seksualundirvísing skal vera partur av undirvísingini á øllum miðnámsskúlum. Í Føroyum er eingin samsvarandi lógaráseting galdandi fyri miðnámsskúlar.