Í ár eru 70 ár liðin, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn. Í hesum sambandi skipa Føroya Lærarafelag og Bókadeildin fyri almennum hátíðarhaldi á altjóða læraradegnum 5. oktober.
Tiltakið verður í Finsen frá klokkan 13 til 17, og øll eru vælkomin.
Dagurin verður býttur í tveir partar. Fyrri parturin fer at snúgva seg um føroyskar barna- og ungdómsbøkur, meðan seinni parturin verður sjálv 70 ára móttøkan.
Sigfríður S. Sólsker, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, fer at greiða frá virkseminum hjá Bókadeildini, meðan fyrrverandi stjórin Niels Jákup Thomsen fer at greiða frá søguni hjá forlagnum.
Paula Gaard, ph.d. í bókmentafrøði, fer at halda framløgu um føroyskar barnabókmentir í dag, og Ingun Christensen og Rakel Helmsdal fara at lesa upp.
Klokkan 15 byrjar móttøkan. Har verður millum annað upplestur við Elini á Rógvi, ein avdúking og tónleikur við Mariusi Ziska.
Tíggju skúlaflokkar fáa rithøvund á vitjan
Í sambandi við 70 ára føðingardagin gevur Føroya Lærarafelag eisini tíggju skúlaflokkum kring landið eina serliga føðingardagsgávu.
Flokkarnir fáa møguleika at fáa ein føroyskan rithøvund á vitjan í vetur, og vitjanin verður ókeypis.
Skúlaflokkar kunnu søkja um vitjan og samstundis ynskja, hvønn rithøvund tey vilja hava á vitjan. Síðani verður lutakast millum umsóknirnar.
Rithøvundarnir, sum kunnu koma á vitjan, eru Betta á Dalinum, Oddfríður Marni Rasmussen, Dánial Hoydal, Urd Johannesen, Elin á Rógvi, Silja Aldudóttir, Rakel Helmsdal, Ingun Christensen, Marjun Syderbø Kjelnæs og Elin Michelsen.
Á hátíðarhaldinum í Finsen verður kunngjørt, hvørjir tíggju skúlaflokkar fáa rithøvundavitjan.
70 ár við føroyskum bókum til børn og ung
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð sett á stovn ólavsøkudag í 1956. Tað vóru lærarar, sum tóku stig til forlagið við ynskinum um at fáa fleiri bøkur á føroyskum til børn og ung.
Í dag gevur Bókadeildin umleið 70 barna- og ungdómsbøkur út um árið. Talan er bæði um bøkur, sum verða týddar til føroyskt, og upprunaføroyskar útgávur.
Í 2026 gevur Bókadeildin 65 bøkur út. Av teimum eru 14 upprunaføroyskar, svarandi til 21 prosent av øllum útgávunum.
Bókadeildin gevur eisini út barnabløðini Strok og Píka7, fakblaðið Skúlablaðið og poddvarpið Ung lesa.
Yvir 2.000 limir í Bókaklubbanum
Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags varð settur á stovn í 1986 við tí endamáli at gera tað lættari hjá fólki kring landið at ogna sær bøkur.
Í dag hevur Bókaklubbin fleiri enn 2.000 limir, og meira enn 300 teirra búgva uttan fyri Føroyar.
Limirnir fáa bøkur sendar sjey ferðir um árið. Sambært Bókadeildini gera stuðulsavtalur við Føroya Banka, Lív og Smyril Line tað møguligt at bjóða limunum ókeypis útbering, sama hvar í heiminum teir búgva.