1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Marta Marta eftir Marjun Syderbø Kjælnes vil eg fegin viðmæla. Marjun telist millum fremstu samtíðarhøvundar okkara. Søgan er um 19-ára gomlu Martu, sum er farin í kibbuts, og um Martu tríati ár seinni, sum heima í Føroyum dagliga fylgir við ræðuleikunum í Gaza, har fólk í túsundatali, teirra millum sera nógv børn, vera meinslaði ella lata lív í hevndaratsóknunum eftir illgerðina hjá Hamas í Ísrael. Bókin setir tingini í gløgt sjónarhorn við nógvum viðkomandi spurningum. Pennurin glitrar, tá høvundurin setir saman orð og setningar, so lesiupplivingin gerst ein fragd, uttan at málið gerst uppgjørt ella háfloygt.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Høvundurin stingur hondini í vespubýli, tá hon velur at snúningsásin er óunniliga og óendaliga stríðið ímillum ísraelar og palestinar. Tvey fólk, ið bæði droyma um at “lovaða landið” skal vera teirra. Sum ikki kenna seg hava annað stað at fara, og har átrúnaður, søga og aðrar umstøður gera, at eingin loysn er í eygsjón. Ein glotti hómaðist veruliga við Oslo-avtalnuni í 1993, tá unga Marta búði í kibbutsini Gesher. Djarvt snarar søgan um ein veruleika, har tey kúgaðu gerast kúgarar, og har vegurin til møguliga bjarging gongur gjøgnum eirindaleysa týning. Ella fyri at siga sum gudfrøðingurin Poul F. Guttesen, so “... bjóðar Marta mær av, tá ið hon lýsir tingini, sum tey eru, heldur enn sum vit ynskja tey at vera.” Yppa vit bara øksl, tá ræðuleikarnir í sundursoraða Gaza dagliga floyma inn í stovur okkara? Hvussu ávirka trúgv, mentan og hugsanarhættir, sum vit vaksa upp við, fatan okkara av heiminum? Av, hvørji, ið vit halda vera tey góðu og hvørji, tey óndu? Vinalagið og samrøðurnar millum Martu og jødisku vinkonuna Lee, er millum tvær kvinnur, sum liva í hvør sínum heimi, tó báðar við einum vilja og ynski um at taka støðu fyri tí rætta. Men tað er alt annað enn einfalt, tí hvat er hitt rætta og sanna?
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Eisini í mær býr ein Marta. Bókin vakti kenslur, sum eg hevði eftir at hava ferðast í Ísrael, har vit vitjaðu bæði jødar og palestinar. Vit fingu eitt innlit í, hvussu botnleyst og samansett stríðið er. Hvussu flestallar royndir at byggja brýr verða lagdar í oyði av víðgongdum á báðum síðum. Eitt dømi var nógvu álopini á ein barnaskúla, har bæði jødisk og palestinsk børn gingu. Henda máttleysa kenslan - at tað er ógjørligt at ímynda sær, at friður nakrantíð fer at valda í Miðeystri, samstundis, sum tankin um at sleppa vónini er ómøguligur. At stíga inn í heimar uttanfyri okkara egna, markar okkum, og sum Marta sigur sjálv: “Hon hevði ongantíð aftur álit á samheilum søgum ella skottryggum sannleikum. Í hennara verð var tilveran ein svikalig frásøgn býtt sundur í brotpettir, og falsloysi hómaði hon bara av og á, tá ið tað glitrandi kom til sjóndar í tí ófullfíggjaða ella skarðaða.”
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Bókina vil eg fegin lata øllum teimum, sum lita tað mesta í hvítum ella svørtum, og sannførd halda seg kunna skilja ímillum, hvør, ið umboðar hitt góða og hvør, ið umboðar hitt illa. Í stríðnum í Miðeystri og í lívinum, sum heild.
Høvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs
Bólkur: Skaldsøga
Útgávuár: 2024
Forlag: Ungu Føroyar
Síður: 214