1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Eg vil viðmæla: “Ein táttur er silvur” eftir Sólrún Michelsen. Tað er ein søga, sum bæði er spennandi og gevur eitt innlit í eitt Føroyar, sum er nógv øðrvísi enn tað, vit kenna í dag. Mær dámar væl, tá ein bók fær meg at hugsa um, hvørji fólkini aftan fyri søguna vóru.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Fyri meg er tað serliga, hvussu hon fær ta stóru føroysku søguna niður á eitt menniskjaligt støði. Vit lesa um familju, kærleika, miss, trúgv og lívið, sum tað einaferð var. Tað ger søguna nærverandi, og eg haldi, at tað er lætt at síggja, at okkara samfelag og okkara lív í dag eru ein partur av tí, sum onnur undan okkum hava bygt upp.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Hon fekk meg fyrst og fremst at hugsa um okkara forfedrar og um, hvussu lítið vit í veruleikanum vita um lívið hjá teimum. Vit kenna kanska nøvn og einstakar søgur, men ikki altíð menniskjuni aftan fyri. Bókin gav mær eina kenslu av, at hvør einstakur hevur sína søgu, og at allar hesar søgurnar eru tættir í okkara felags søgu.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Eg hevði givið hana víðari til ein og hvønn føroying. Eg haldi, at vit øll høvdu havt gott av at fingið eitt innlit í, hvussu lívið hjá okkara forfedrum var. Tað gevur okkum eisini ein annan sjónarvinkul um hvørji vit sjálvi eru, og hvussu nógv av tí, vit taka sum givið í dag, er bygt á lívið og stríðið hjá teimum, sum komu undan okkum.