Ongi úrslit

Bókaprátið við Maluna Johansen, stjóra

Jonhild Rasmussen
1 tími síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Eg viðmæli bókina LIST hjá Eyðuni Klakstein. Mær hevur altíð dáma væl at lisið krimisøgur og bókin List hevur alt tað sum ein krimisøga skal hava. Eina spennandi gátu – eitt listaverk hjá Mikinesi verður stjolið á Listasavninum. Sterkar persónar í bæði Sáru Emmudóttir, stjóranum á listasavninum, og turrlagda arbeiðsmanninum Jón Amos, sum fyrr hevði sítt egna gallarí. Og so er hon spennandi. Tað er nakað síðani eg las hana, men eg minnist at eg kundi ikki leggja hana frá mær, tí eg mátti vita, hvat fór at henda á næstu síðu.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Eg havi lisið nógvar krimisøgur. Tá eg var barn las eg ”De Fem” og ”De tre Detektiver” og seinni allar tær kendu krimisøgurnar, eitt nú hjá Sjöwall og Wahlöö, Jo Nesbo, Jussi Adler-Olsen, Henning Mankell, Stieg Larsen og Camillla Lackberg. Tað sum ger List serliga í mínum eygum er at hon er á føroyskum og at søgan fer fram í Føroyum. At eg kenni meg aftur í bókini.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Tað sum eg minnist at eg sat eftir við, tá eg hevði lisið bókina var gleðina yvir at kunna lesa eina so góða og spennandi krimisøgu á føroyskum

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Um eg skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, so vildi tað verið til beiggja mín Kristian. Hann siglir sum skipari við Maersk, og hann tekur altíð onkra føroyska bók við sær tá hann mynstrar, og eg veit honum dámar væl krimisøgur eins og eg.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39