1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Eg vil viðmæla yrkingasavnið “Myrkrið Reyða” (1946) eftir Karsten Hoydal. “Myrkrið Reyða” er fyrsta yrkingasavn, ið eg læs. Hetta hevur sína søgu. Karsten Hoydal var ommubeiggi mín. Tá ið eg var u.l. 12 ára gamal gav omma mín mær yrkingasavnið, ið hon hevði fingið frá beiggja sínum. Bókin var signerað. Eg byrjaði at lesa savnið á ungum árum. Eg skilti sjálvandi ikki dýptina í yrkingunum sum 12 ára gamal, men yrkingarnar vuksu sum eg eldist
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Hetta at beiggi ommu mína hevði skrivað bókina, gjørdi hetta til eina serliga bók. Tað at eg las bókina meðan eg stóð í vøkstri og menning, hevði sera nógv at tíða. Eg las yrkingarnar umaftur og umaftur, og sum árini gingu, opnaðist hesin yrkingaheimurin fyri mær. Fyrsta yrkingin “Hvítur sandur” var løtt at skilja sum barn. “Vit sótu sum børn á slættari strond langar summardagar og spældu vi hvítan sand”. Yrkingarnar eru skrivaðar í útlegd undir seinna hemsbardaga, og tá ið eg lærdi um hesa tíðina skilti eg t.d. tunga huglagið í yrkingini “Myrkrið reyða”. “Tú væntar kanska kvæði Um blómur, ást og látur, Men í svørtum sorgarklæði Kann eg ikki vera kátur”. Og uppaftur seinni skilti eg erotisku yrkingina “Vár”.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Sum sagt opnaði bókin á ungum árum ein heim, ið var mær fremmandur og í byrjanini óskiljandi. Eisini opnaðist ein heimur, har eitt menniskja, ið eg kendi, hevði evnini at seta orð á stórar kenslur og seta stórar spurningar, ið ikki góvu svar, men gjørdi ein forvitnan eftir at vita meira. Eg havi sett tónleik til fleiri av yrkingunum í savninum.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Tíverri er hendan bókin, hóast hon hevur 80 ár á baki, sera viðkomandi í dag. Heimurin er aftur ótryggur, og tíverri er kríggj aftur í Evropa, og nógva aðra staðni í heiminum, so eg vil viðmæla øllum at lesa hettar yrkingasavnið.
Høvundur: Karsten Hoydal
Bólkur: Yrkingasavn
Útgávuár: 1946
Forlag: Bókadeild Føroyingafelags
Síður: 52