Ongi úrslit

Bókaprátið við Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu

Jonhild Rasmussen
2 tímar síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Eg havi lisið nógvar, góðar føroyskar bøkur, sum víðkaðu sjónarringin og lærdu meg eitthvørt, har eg var í lívinum júst tá eg las tær.

Bøkurnar, sum eg havi valt til hetta bókaprátið, hava serligan týdning fyri meg nú, tí tær minna meg á lívssøguna hjá mínum formøðrum, mín egna uppruna og hví eg eri blivin politikari.

Eg havi valt trilogiina hjá Sólrún Michelsen “Ein táttur er silvur”, “Ein annar er gull” og “Fáur fær tráin heilt slættan”, tí bøkurnar lýsa so væl gerandislívið og lagnurnar hjá føroyskum familjum, og serliga kvinnum, í tjúgundu øld.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Í fyrstu bókini fer Helena, høvuðspersónurin, úr Porkeri á Tvøroyri at arbeiða í fiski og fakfelagrørslan byrjar at gera um seg. Valurin, sum var heimstaðurin hjá teimum ognarleysu, verður nevndur. Fyrst varð “Enigheden” stovnað í 1915 og 7 ár seinni bleiv “Fiskepigernes fagforening” stovnað í 1922.

Nógvar av fiskagentunum og fiskimonnunum, sum komu suður á Tvøroyri at arbeiða, vóru eisini ognarloysingar og búsettist í Valinum.

Eri sjálv uppvaksin í einum arbeiðaraheimi í Valinum, mínar formøður vóru fiskagentur og virknar í Fiskepigernes fagforening, og mamma mín arbeiddi á flakavirki ein stóran part av lívinum, tí fingu bøkurnar heilt serligan týdning fyri meg.

Danski arbeiðarayrkarin Carl Schanberg hevur skrivað nógvar rámandi yrkingar; eisini hesa:

“Det nye sker, når den, der er tiltænkt tilskuernes rolle, begynder at blande sig”.

Og tað var júst tað sum hendi, tá Helena og hini arbeiðsfólkini í Valinum, átóku sær hetta stríð fyri okkum øll. Tey blandaðu seg uppí fyri at bøta um arbeiðsviðurskiftini og vinna okkum øllum rættindi; hesum njóta vit øll gott av í dag og tað mugu vit ikki gloyma.

Í aðru bókini lýsir Sólrún harðligu og fátøku korini hjá vanligum fiskimannahjúnum í gerandisdegnum. Familjan – serliga Helena – stríðist og strevast fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, tá sálarligt trauma hjá manninum ávirkar familjuna, og spanska sjúka og tuberklar raka samfelagið.

Í triðju bókini verða leysu træðirnar úr undanfarnu bókunum, bundnir saman og Helena roynir at fóta sær aftur.

Bókaverkið lýsir føroyska samfelagið og arbeiðslívið frá einum serstøkum kvinnuligum sjónarhorni, sum ikki er vanligt fyri føroyskan skaldskap.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?

Bókin byggir á veruligar hendingar. Tað gevur søguni eina heilt serliga tyngd.

Tað er ein familjusøga, men eisini ein søga um eitt heilt samfelag. Vit fylgja einari familju, har mamman doyr í barsilssong og letur eftir seg 10 børn.

Børnini verða spjadd, og lív teirra fara hvør sín veg. Trupulleikar og broytingar innan trúgv, politikk, fakfelagsrørslu og mentan eru flættað inn í søguna. Kvinnulívið fyllir nógv.

Tað er serliga sterkt, hvussu kvinnurnar eru bundnar av teimum møguleikum, sum samfelagið gav teimum.

Ein ung kvinna fer út at tæna fyri at spara saman til ein dreym um at sleppa uttanlands, men verður neyðtikin av bóndanum og noyðist síðani at liva við skomm og avleiðingunum.

Titulin er sera sigandi: Nornan spinnur – træðrirnir kunnu lesast sum lívsleiðir, ættarbond og lagnur, sum verða spunnar saman. Og setningurin „Fáur fær tráðin heilt slættan“ fangar júst tað: lívið verður ongantíð heilt slætt og einfalt.

Sólrún Michelsen ikki bara fortelur eina søgu um fortíðina. Hon letur okkum síggja, hvussu lívsins stóru hendingar – sorg, kærleiki, skomm, fátækradømi, trúgv, arbeiði og dreymar – raka vanlig menniskju, og hvussu nógv av tí, sum hendir einum menniskja, kann ávirka fleiri ættarlið. Tað er ein føroysk familjusøga um lagnur, sum verða spunnar saman – og um hvussu lívið hjá einum menniskja ongantíð bara er tess egna søga.

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?

Eg vil mæla øllum til at lesa bøkurnar, men fyrst og fremst ynski eg, at mínar døtur skulu lesa bøkurnar, so tær betur kunnu seta senn inn í lívsøguna hjá okkara formøðum, sum í mínum eygum vóru sannar gerandishetjur.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39