1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Tíbetur eru nógvar føroyskar bøkur, eg kann viðmæla. Tað er ikki ein sjálvfylgja, tí føroyskar bøkur eru eitt lutfalsliga nýtt hugtak. Fleiri bøkur kunnu enn gleða og undra, og tí vendi eg aftur til tær. Bøkur eru framvegis tínir vinir, hóast tær venda tær bakið á bókahillini. Men ein bók, ið framvegis gevur mær gleði, undran og styrki er heildarútgávan hjá Janusi Djurhuus “Yrkingar 18981948”, ið Chr. Matras ritstjórnaði. Janus var fyrsti føroyingur, ið gav út yrkingasavn, og tær halda enn. Hann var modernaður yrkjari, men jørðildið var klassiskt. Hann dugdi klassisku málini grikskt og latín, og tað er týðiligt, hvaðani hevur fingið íblástur. Men hann yrkir eisini nemandi og rørandi yrkingar úr egnum lívi. Kærleiksyrkingar og lýsingar av lívinum. Kann tað t.d. sigast sterkari: “Yvir fornar fannir, vil eg gráta slóð”. Har eru eisini týðingar av bestu yrkjarum kring heimin og sálmatýðingar, vit enn syngja. Janus var føroyingur, men so sanniliga eisini evroperari.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Bókin er serlig, tí hóast yrkingarnar eru gamlar, standa tær enn sterkar og rámandi. Tú merkir hjartaslátturin, men eisini tað fantastiska talentið, Janus hevði sum yrkjari. Hann rørir hjartastreingir, men megnar kortini at varðveita rútmu og góðsku í yrkingini.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Tað er torført at svara. Tí eg leiti enn aftur til yrkingarnar hjá Janusi. Bæði í gleði, og tá dagar kunnu tykjast tungir. Men tá sært tú, at lívið er vakurt, at listin gevur meining, og tú verður ríkaður sum menniskja.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Børnini. Ella í øllum ynski eg, at tey sum hálvvaksin ella vaksin byrja at lesa Janus, tí hendan bókin verður varandi.