Ongi úrslit

Bólkaspæl er framvegis møguleiki hjá bæði KÍ og NSÍ

Um eina viku verður tað á heimavølli, at tað verður greitt, um KÍ og NSÍ framvegis fara at hava møguleika at vinna seg í europeiskt bólkaspæl

© Mynd: KÍ
Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Hóskvøldið um eina viku verður tað greitt, um NSÍ framvegis fer at hava møguleika at vinna seg í UEFA Conference League bólkaspæl. NSÍ hevur ongantíð verið í europeiskum bólkaspæli. Um tað skal eydnast í ár, so er fyrsta treytin, at NSÍ vinnur samantalt ímóti sveisiska Lugano, sum í kvøld vann 2-0 á heimavølli og í 33 hitastigum.

Um eina viku fer NSÍ at eiga heimavøll í Klaksvík.

Sveisiska Lugano legði seg á odda í 7. minutti, tá ið svenski álopsspælarin Elias Pihlström var málskjútti.

NSÍ var væl við og spældi seg fram til støður. Men tað var heimaliðið, ið sum tíðin leið trýsti fyri at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin burtur undan ferðini til Føroya. Tað eydnaðist tíggju minuttir undan leikloki at økja um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var týski liðformaðurin og álopsspælarin Kevin Behrens.

Lugano var síðstu minuttirnar støðugt í álopi, og NSÍ vísti fínan hugburð og stríddist fyri lívinum og møguleikanum at taka tað mista aftur á heimavølli. At tað eydnaðist at halda heimaliðnum frá at skora fleiri mál komst fyrst og fremst av, at Tom Amos aftur í kvøld var sannur brandur millum NSÍ stólparnar.

Í kvøld var saknur í liðformanninum Peturi Knudsen, sum var leikbannaður, og so kom tað illa við, at Meinhard E. Olsen ikki var tøkur, eftir at hann mánakvøldið fór skaddur av vøllinum longu í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ í Gundadali spældi ímóti HB.

Í kvøld tapti KÍ 1-0 á útivølli ímóti Lech Poznan í Póllandi. Tað verður á Tórsvølli hóskvøldið um eina viku, at tað verður greitt, um KÍ fer at halda fram í UEFA Europa League. Um tað ikki eydnast, so fer KÍ at spæla finalu um at sleppa upp í part í UEFA Conference League bólkaspælinum.

Hóast tepurt 1-0 tap og harvið góðan møguleika um eina viku at vinna seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 spælararnir og samlaða 32 manna ferðalagið úr Klaksvík, sum er í Póllandi, er eitt sindur vónsvikið um, at tað ikki eydnaðist at varðveita málleysa javnleikin, at vinna føroyskum fótbólti nýtt stig í Europaroknskapinum og at hava uppaftur betri vón um samantaldan sigur.

Tí KÍ var á ongan hátt niðurspælt í kvøld. Hóast 28 hitastig, og hóast ísraelski dómarin metti, at tað var neyðugt við tveimum vantsteðgum, so megnaði KÍ at halda tørn um málleysa javnleikin, inntil tað restaðu minni enn 10 minuttir.

Tá ið so Yannick Agnero skoraði einasta málið var tað sæð frá KÍ sjónarmiði óheppið. Alt KÍ liðið var frammarlaga, tá ið Gaston Nicolas Tellechea í kroystari støðu tók skeiva avgerð. Loch Poznan álopsspælarin slapp púra leysur, og tá ið Mark F. Jensen skuldi leypa fram úr málinum til avgerandi tvídystin, var hann óheppin og gleið.

Mark F. Jensen var dagsins maður í kvøld. Hann bjargaði einar fýra ferðir, tá ið mótstøðumenninir vóru í heilt góðari støðu, og tann eina bjargingin tíðliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann bjargaði fluktara úr stuttari fjarstøðu var í heimsflokki.

KÍ vann seg til onkrar góðar støður. Í seinna hálvleiki sendi Árni Frederiksberg við horna úr høgru bóltin í tvørtræið aftanfyri málverjan, og lítla løtu eftir málið royndi Páll A. Klettskarð seg við fínum stútara, men málverjin bjargaði.

Hugaligt var tað, at René Shaki Joensen tóktist væl upplagdur tað stóra korterið, hann var á vøllinum.

Ivaleyst fær hann størri leiklut mánakvøldið, tá ið KÍ á heimavølli fer at spæla ímóti HB, og hóskvøldið á Tórsvølli, tá ið øll orka fer at verða sett fyri at fella Loch Poznan, og fjeppararnir fara at vera týdningarmikli og avgerandi 12. maður, verður eisini Hallur Hansson, sum í kvøld var leikbannaður, tøkur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58