Bárður á Lakjuni hevur nú sett ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um, hvussu vit skulu verja børn og ung á internetinu.
Tað upplýsti hann í Løgtinginum í gjár. Talan er um ein arbeiðsbólk av embætisfólkum úr fimm aðalráðum í Landsstýrinum og hann hevur havt sín fyrsta fund nú í august.
Hann sigur, at bólkurin skal kanna støðuna í Føroyum og hann skal eisini kanna, hvussu støðan er aðrastaðni.
Í arbeiðnum skal arbeiðsbólkurin hava fund við serkøn á ymsum økjum, og hann skal eisini hoyra børn og ung fyri at vita, hvat tey halda.
Bárður á Lakjuni sigur, at endamálið er at fáa eitt fakliga grundað tilmæli fyri tey tiltøkum, sum skulu setast í verk. Og arbeiðsbólkurin skal vera liðugur í seinasta lagi í februar og tá skal hann koma við ítøkilig tilmælum um, hvørji stig skulu takast.
Í samgonguskjalinum stendur, at 15 ára aldursmark skal vera fyri at sleppa á sosialar miðlar og Bárður á Lakjuni sigur, at hetta er eisini ein týðandi partur av arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum.
– Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at kanna, hvussu eitt slíkt aldursmark kann fáast at virka í Føroyum, sigur hann.
Men talan skal ikki bara um aldursmark, tí arbeiðsbólkurin skal kanna øll viðurskifti, bæði lógarverk, dátuvernd, leiklutin og ábyrgdina hjá teimum sosialu miðlunum, leiklutin hjá foreldrum, skúlum og myndugleikunum, sigur hann.
Bill Justinussen, tinglimur fyri Fólkaflokkin heldur, at uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er so rúgvismikil, at vandi er fyri, at alt fer at drukna í berari vælvild, og undir øllum umstøðum fer tað at taka langa tíð.
Hann heldur, at vit eiga rætt og slætt at fáa eina lóg sum skjótast, sum ger tað ólógligt hjá børnum og ungum undir 15 ár at verða á sosialum miðlum - og so kunnu vit taka restina haðani frá, sigur hann.
Eisini Atli F. Johansen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heitir á landsstýrismannin um at arbeiða skjótt.
Bæði hann og partamaðurin, Magni Højgaard, halda, at vit eiga at bera skjótt at, eitt nú fyri at forða fyri, at ótespuligir bólkar á internetinum ikki koma til Føroyar, eitt nú bólkar, sum hálova hópdrápum - nettum ein slíkur bólkur hevði samband við hendingina í Svøríki fyri kortum, har 17 ára gomul genta var dripin við svørði á einum svenskum studentaskúla, og trý onnur vórðu særd.
Onnur tingfólk halda, at vit eiga eisini at taka telduspøl við í hesum sambandi.