Ongi úrslit

Borgarstjórin flytur skrivstovuna: Hósdagin verður hon í Kaldbak

Elsa Berg flytur hósdagin borgarstjóraskrivstovuna til Kaldbaks, har hon fer at hitta fólk og kunna seg um viðurskiftini í bygdini.

© Tórshavnar kommuna.
Hósdagin 3. september flytur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivstovuna til Kaldbaks.
Edmund Jacobsen
1. sepember kl. 22:00

Hósdagin 3. september flytur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivstovuna til Kaldbaks. Endamálið er at kunna seg um staðbundin viðurskifti og geva fólki í Kaldbak høvi at hitta borgarstjóran og taka upp mál, sum liggja teimum á hjarta.

– Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at práta við fólk, ið koma á gátt, sigur Elsa Berg.

Klokkan 12.30 fara borgarstjórin, umsitingin og staðbundna nevndin runt í bygdini at kunna seg um ymisk viðurskifti.

Borgarstjórin tekur ímóti í Høllini

Frá klokkan 14 til 17 verður Elsa Berg at hitta í Høllini í Kaldbak, og øll eru vælkomin.

Fyrr í ár flutti borgarstjórin eisini skrivstovuna út í Hest og til Velbastaðar. Í august vitjaði hon Kirkjubø saman við umsitingini og staðbundnu nevndini. Ætlanin er at vitja aðrar bygdir í kommununi komandi tíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06