Ongi úrslit

Børn og ung við sálarligum trupulleikum mugu bíða í tvey ár eftir hjálp

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Bíðitíðin hjá fólki við sálarligum trupulleikum og ADHD, at fáa hjálp er rættiliga long.

Tað sæst nú Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna í heilsumálum hevur svarað einum spurnngi frá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi

Børn og ung, sum verða ávíst til psykiatriina, kunnu vænta at koma at bíða í umleið 24 mánaðir til at sleppa framat til útgreining, sigur landsstýriskvinnan.

Men samstundis ger hon vart við,  sjúklingar, sum hava tørv á bráðfeingishjálp ikki koma á bíðilista, men sleppa framat beinanvegin.

Hon sigur eisini, at í løtuni standa 292 børn og ung á bíðilista til Barna- og ungdómspsykiatriina.

Bíðitíðin til útgreining av ADHD er í løtuni umleið 36 mánaðir. Bíðitíðin til útgreining av demens er umleið 6 mánaðir. Bíðitíðin til aðra ambulanta psykiatri er umleið 2 mánaðir.

Eins og í Barna- og ungdómspsykiatriini koma teir sjúklingar, sum hava tørv á bráðfeingishjálp ikki á bíðilista, men sleppa framat beinanvegin.

Í løtuni standa 811 vaksin á bíðilista til útgreining fyri ADHD, 54 vaksin standa á bíðilista til útgreining fyri demens, meðan 29 vaksin standa á bíðilista til aðra ambulanta psykiatri.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at tað verður arbeitt við ymiskum tiltøkum fyri at stytta um bíðitíðina.

Eitt av hesum tiltøkum er at flyta viðlíkahaldsviðgerð fyri ADHD/ADD úr Sjúkrahúsverkinum til kommunulæknar.

Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis og kemur at leysgeva tímar í ADHD ambulatoriinum til at gera útgreiningar av nýggjum sjúklingum -  tað eru tímar sum í dag verða brúktir til viðlíkahaldsviðgerð.

– Sjúkrahúsverkið metir, at hetta kann gera at fleiri sjúklingar kunnu koma ígjøgnum ambulatoriið og bíðitíðin tí kann styttast, sigur landsstýriskvinnan-

Arbeitt verður eisini alla tíðina við at fáa betri serlæknamanning í psykiatriini. Psykiatriski depilin hevur nýliga sett ein nýggjan serlækna í psykiatri, soleiðis, at tað í løtuni eru seks serlæknar í psykiatriini til vaksin.

Psykiatriski depilin arbeiðir eisini við at fáa komandi serlæknar at taka ein part av høvuðsútbúgvingini í Føroyum fyri at kunna seta enn fleiri serlæknar á økinum. Endamálið at seta 10 serlæknar í psykiatriini til vaksin.

Í Barna- og ungdómspsykiatriini gongur illa at fáa serlæknar í fast starv. Í løtuni er bert ein serlækni í Barna- og ungdómspsykiatriini og tað er við brøki 0,8. Endamálið at fáa tríggjar serlæknar í Barna- og ungdómspsykiatriini.

Psykiatriski depilin hevur gjørt avtalur við danskar serlæknar, sum koma til Føroya av ov á, men tað ber til at gera avtalur við enn fleiri serlæknar.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at hetta er nakað landsstýriskvinnan vil raðfesta fíggjarliga og tað er eisini í samsvar við samgonguskjalið, har tað stendur, at Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

5 tímar síðan

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

14 tímar síðan

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17