Ongi úrslit

Børn sleppa at filosofera á Glasi: Enn eru nøkur pláss eftir

Børn í 4. og 5. flokki kunnu í heyst ganga til heimsspeki á Glasi. Tilboðið er ókeypis, og enn eru nøkur pláss tøk.

© Glasir.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Vísindaklubbin á Glasi bjóðar í heyst børnum í 4. og 5. flokki at ganga til heimsspeki í frítíðini. Børnini skulu millum annað kjakast um rætt og skeivt og kanna stórar og forvitnisligar spurningar.

Fýra næmingar á Glasi skulu undirvísa børnunum. Tey hava verið á skeiði saman við øðrum næmingum úr Føroyum og Danmark og eru nú til reiðar at taka ímóti børnunum.

– Vit gleða okkum ordiliga nógv, tí tað er mega stuttligt at filosofera saman við øðrum, sigur Róar Rúnason, sum er ein av undirvísarunum.

Børnini skulu arbeiða við hugsanarroyndum og ymiskum tvístøðum, sum tey saman kanna við heimsspekiligum amboðum.

Heimsspekiklubbin verður á Glasi týsdagar klokkan 15.00–16.30 í vikum 43–49.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07