Hóast prísfallið frá mai til juni vóru brennievni og smyrjievni til persónbilar 13,7 prosent dýrari enn í juni í fjør.
Árligi prísvøksturin er tó viknaður. Í apríl var hann 20,8 prosent og í mai 20,7 prosent.
Prísirnir vóru hægri í øllum ES-londum enn sama mánað í fjør. Størsti vøksturin var í Bulgaria, har prísirnir hækkaðu við 26 prosentum. Síðani komu Litava við 23,5 prosentum, Rumenia við 23,1 prosentum og Finnland við 22 prosentum.
Minsti vøksturin var í Ungarn, har prísirnir hækkaðu við 2,3 prosentum.
Dieselprísurin lækkaði í øllum ES-londum
Dieselprísurin lækkaði í øllum ES-londum frá mai til juni. Størsta lækkingin var í Kekkia, har prísurin fall við 11,3 prosentum.
Bensinprísurin lækkaði í flestu londum. Bert á Kýpros og í Italia hækkaði hann lítilsvegna.
Tølini eru frá Eurostat.