Victoria Billing, sum fyrr í ár varð útnevnd bretsk sendikvinna í Danmark, vitjaði í síðstu viku Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya.
Lesandi spurdu um Norðurhøv
Sendikvinnan hevði framløgu fyri bachelor- og masterlesandi. Eftir framløguna settu tey henni nógvar spurningar um starvið sum diplomatur, geopolitikk í Norðurhøvum og altjóða politikk.
Billing varð útnevnd sendikvinna Bretlands til Danmarkar í mars og tók við starvinum í Keypmannahavn í mai.
Frá Setrinum til bretsk herfólk
Eftir vitjanina á Setrinum fór Victoria Billing til Vestmannar at heilsa upp á bretsk herfólk í sambandi við hernaðarvenjingina Operation Lion Protector.
Venjingin er hjá Joint Expeditionary Forces, eini samgongu av NATO-londum undir bretskari leiðslu.