Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, hevði í dag fund við bretsku sendikvinnuna í Danmark, Victoria Billing. Á fundinum varð skift orð um politisk og vinnulig viðurskifti og um fleiri mál av felags áhuga fyri Føroyar og Bretland.
Løgtingsformaðurin og sendikvinnan greiddu hvør sær frá politisku støðuni í ávikavist Føroyum og Bretlandi. Í hesum sambandi varð eisini komið inn á politisku gongdina og tey mál, sum í løtuni hava serligan týdning í londunum báðum.
Ein partur av fundinum snúði seg um vinnulig viðurskifti og samstarv millum Føroyar og Bretland. Millum evnini, ið vórðu umrødd, vóru net og telefonsamskifti, tilbúgving, oljuvinna og fiskivinna. Eisini varð skift orð um Brexit og um viðurskiftini millum Føroyar og Bretland, eftir at Bretland fór úr ES.
Harumframt varð støðan í Evropa umrødd, serliga við atliti at krígnum og teimum trygdarpolitisku avbjóðingum, sum Evropa stendur fyri.
Fundurin var eitt gott høvi til at skifta orð um felags áhugamál og um tað góða sambandið millum Føroyar og Bretland.
Bretska sendikvinnan hevur vitjað Løgtingið Bretska sendikvinnan hevur vitjað Løgtingið
Løgtingsformaðurin og sendikvinnan greiddu hvør sær frá politisku støðuni í ávikavist Føroyum og Bretlandi
logting.fo
3 tímar síðan
Mest lisið hesa vikuna
Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi
Í gjár kl. 13:41
Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum
24. sepember kl. 11:51
Tá sporlið stýrir høvdinum
23 tímar síðan
Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur
26. sepember kl. 09:48
Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina
26. sepember kl. 15:07
Føroyar mugu ikki elta Europa
22. sepember kl. 22:49