Ongi úrslit

Brotsverk móti børnum: Løgtingskvinna vil hava revsingina herda

Fía Selma Nielsen spyr nú løgmann, um landsstýrið fer at herða revsingina fyri brotsverk móti børnum í Føroyum.

Fía Selma Nielsen.
Edmund Jacobsen
23. juni kl. 21:30

Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, hevur sett Beini Johannesen, løgmanni, skrivligan fyrispurning um revsing fyri brotsverk móti børnum.

Hon spyr, um landsstýrið hevur ætlanir um at herða revsingina fyri lógarbrot, har fólk gera seg inn á børn. 

Hon vil eisini hava at vita, um løgmaður metir, at slík brotsverk í einum lítlum samfelagi kunnu metast sum størri brot, sum skulu revsast harðari enn í størri samfeløgum.

Vísir á lítla samfelagið

Í viðmerkingunum vísir Fía Selma Nielsen á mál um millum annað barnaporno, neyðtøku og hóttanir.

Hon heldur, at revsirammurnar í slíkum málum ikki kunnu sigast at vera serliga høgar. Hon vísir eisini á, at fyrningarfreistir verða ásettar eftir revsirammum, og at lág revsiramma tí kann gera, at mál fyrnast skjótari.

Sambært henni eru børn í Føroyum serliga útsett, tí samfelagið er lítið, og vitanin um eitt offur ofta kann fylgja viðkomandi alt lívið.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

16 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47