Ongi úrslit

Brúka heldur verandi heilsudepil ístaðin fyri at byggja ein nýggjan fyri tíggjutals milliónir

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Vit hava longu ein heilsudepil í Suðuroynni og hann er í Vági. Tað sigur Bjarni Johansen, borgartjóri í Vági.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum hevur gjørt av at tað skal verða ein felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna.

Sum støðan er nú, eru kommunulæknar á Tvøroyri og í Vági, men nú skulu teir so leggjast saman. Hinvegin hevur landsstýriskvinnan ikki tikið støðu til, hvar í Suðuroynni tann felags heilsumiðstøðin skal vera.

Bjarni Johansen sigur, at tey hava alla tíðina arbeitt fram ímóti, at tað skuldi vera ein felags heilsumiðstøð í Suðuroynni.

– Vit hava longu eina heilsumiðstøð í Suðuroy og hon er í Vági, tí har hava vit læknar, tannlæknar, fótarøkt, kostvegleiðara, økispsykiatri, hoyriklinikk og sjúkrarøktarfrøðing.

Tvær ferðir um vikuna ber eisini til at taka blóðroyndir á Heilsumiðstøðini í Vági og Bú- og heimatænastan er somuleiðis undir sama taki - og lyfta er ímillum hæddirnar.

Og Bjarni Johansen dugir ikki at síggja tað skilagóða í at byggja eina nýggja heilsumiðstøð fyri tíggjutals milliónir, tá ið vit longu hava eina heilsumiðstøð, sum lýkur øll við eini lítlari uppíbygging.

Tað heldur hann ikki er at umsita skattaborgarans pening skynsamt.

– Við eitt sindur av umlegging er pláss fyri trimum kommunulæknum, men við eini lítlari útbygging afturat, er gott pláss fyri fýra kommunulæknum, sigur borgarstjórin í Vági.

– Arbeitt verður fram ímóti, at tað verður fýra kommunulæknar í Suðuroy og tað er gott pláss til tað í Vági við eini lítlari útbygging.

– Har kunnu fýra kommunulæknar verða fyri seg sjálvar, uttan at hava felags bíðirúm við nakran annan, leggur hann afturat.

Tað eru kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, sum eru felags um Heilsumiðstøðina í Vági, men borgartjórin sigur, at tey hava bjóðað øllum hinum kommununum at vera við í eini felags útbygging.

– So tað verður lítið í part at gjalda, heldur Bjarni Johansen fyri.

Hann sigur, at Heilsumiðstøðin í Vági lýkur øll ynski, læknarnir høvdu til umstøðurnar. Har eru góð viðtaluhøli, bussur steðgar í túninum, har eru góð parkeringsviðurskifti og handlar eru beint við. Læknarnir vildu eisini hava gott útsýnið, og tað fáa teir eisini í heilsumiðstøðini í Vági.

Har er eisini kjallari undir, sum somuleiðis kann brúkast til ymisk endamál og sostatt heldur hann, at Heilsumiðstøðin í Vági liggur so væl fyri sum hon kann.

Hann leggur afturat, at landsstýriskvinnan kann ikki krevja, at allar kommunurnar skulu samstarva um eina heilsumiðstøð, tí tað er sjálvboðið samstarv.

Sostatt verður tað sjálvboðið um allar kommunurnar semjast um at byggja eina heilsumiðstøð á Tvøroyri, ella um tær verða við til at byggja heilsumiðstøðina í Vági, út.

Nú hevur landsstýriskvinnan knýtt apotek upp í heilsumiðstøðina, men tað ber eisini til at flyta tað til Vágs, heldur borgarstjórin fyri.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

20 tímar síðan

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33