Ongi úrslit

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu skulu hækkast automatiskt

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú ætlar Tórshavnar býráð at seta eina skipan í verk, har brúkaragjøld av ymsum slagi skulu hækka automatiskt fyri at fylgja við príshækkingunum í samfelagnum annars.

Ein partur av inntøkunum hjá kommununi koma frá brúkaragjøldum. Í fjør vóru inntøkurnar frá brúkaragjøldum 114,4 milliónir, har av størsti parturin, ella 57,8 milliónir, komu frá dagstovnaøkinum og 30,8 milliónir komu frá eldraøkinum.

– Sum støðan er í dag er eingin felags leistur fyri, hvussu  brúkaragjøldini skulu lagast til, sigur býráðið. Av tí sama fylgja øll brúkaragjøldini ikki vøkstrinum í útreiðslunum, leggja tey afturat.

Tí er ætlanin at samtykkja ein leist fyri, hvussu brúkargjøldini skulu regulerast.

Tá brúkaragjøld verða regulerað, hevur verið vanligt at taka útgangsstøði í prístalinum. Men nógv tann størsti vøksturin í útreiðslunum er lønarvøkstur, og næsta ár er væntandi, at lønarvøksturin hjá kommununi verður umleið fýra prosent.

Tí ætlar meirilutin í býráðnum at samtykkja eina fasta skipan fyri, hvussu gjøldini skulu regulerast.

Í hesum sambandi er tilmæli, at brúkaragjøld fyri eldraøkið og aðrar tænastur, uttan dagstovnaøkið hækka 2,71 prosent næsta ár.

Aðrar tænastur, uttan dagstovnaøkið, har ein stórur partur av útreiðslunum eru lønir, verða 3,57 prosent dýari næsta ár.

Og so er tað eisini eitt tilmælið at foreldragjaldið á dagstovnaøkinum verður stillað eftir einum leisti sum skal samtykkja áðrenn 1. desembur.

Tað er eisini eitt tilmæli, at gjøld, ið ikki eru hækkað í fleiri ár, verða hækkað í stigum hesi næstu 3-5 ára, til tey eru komin á hóskandi stig og síðani verða tey stillað eina ferð um árið sum øll hini gjøldini.

Tórshavnar kommuna hevur eina røð av brúkaragjøldum. Talan er um foreldragjald til fyri dagstovnapláss, gjøld fyri búpláss á

røktarheimi, heimahjálp og umlætting, gjøld fyri at ganga í musikkskúla og kvøldskúlagjøld, atgongugjøld til svimjing, gjøld fyri at leiga høli og hallum og gjøld fyri skrell og annað burturkast.

Nøkur gjøld eru fyri tænastur til fólk, har meginparturin av útreiðslum eru til lønir, men aðrar tænastur hava stórar útreiðslur til starvsfólk við sær og tí er rætt at gera mun á, hvussu gjøldini verða regulerað, sigur býráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13