Ávirkarar (influencers) skulu týðiliga vísa, tá ið innlegg, søgur ella annað tilfar á sosialum miðlum eru lýsingar. Tað staðfestir Brúkaraumboðið í kunning um marknaðarføring á sosialum miðlum.
Tað skal standa „lýsing“
Boðskapurin er greiður: Fær ein ávirkari pening, gávur, avsláttur, ókeypis tænastur, ferðir ella annan ágóða fyri at vísa vørur ella tænastur fram, skal tilfarið merkjast sum lýsing.
Tað sama er galdandi, um ávirkarin hevur samstarv við eina fyritøku, skipar fyri kappingum ella brúkar lýsingaleinki, sum kunnu geva samsýning.
Brúkaraumboðið mælir til, at ávirkarar skriva „lýsing fyri [navn á fyritøku]“ fremst í uppslagi, søgu ella øðrum tilfari. Orð sum „samstarv“, „gáva“ ella „kapping“ eru ikki nóg greið frámerking.
Brot kunnu revsast við bót
Krøvini galda á Facebook, Instagram, Snapchat, TikTok, YouTube og øðrum sosialum miðlum.
Eru børn og ung millum fylgjararnar, eru treytirnar strangari. Brúkaraumboðið kann banna ólógligari marknaðarføring, og brot kunnu revsast við bót.