Ongi úrslit

Brúkt akfør fáa vind í seglini: Innflutningurin vaks 78 prosent í august

Skrásetingin av innfluttum brúktum akførum tók eitt stórt lop í august. Serliga nógv fleiri brúktir persónbilar vórðu skrásettir.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Í august í ár vórðu 32 innflutt brúkt akfør skrásett, samanborið við 18 í sama mánaði í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 14 akfør, ella knappliga 78 prosent.

Stóri munurin stavar fyrst og fremst frá persónbilum. Í august vórðu 21 innfluttir brúktir persónbilar skrásettir, meðan talið var sjey í august í fjør. Talið er sostatt trífaldað eftir einum ári.

226 brúkt akfør higartil í ár

Verður hugt at fyrstu átta mánaðunum undir einum, er vøksturin tó munandi minni. Frá januar til august vórðu 226 innflutt brúkt akfør skrásett. Sama tíðarskeið í 2025 var talið 216.

Talan er sostatt um ein vøkstur upp á tíggju akfør, svarandi til 4,63 prosent.

Av teimum vóru 106 persónbilar, seks fleiri enn somu mánaðir í fjør.

Vøruvognar vaksa nógv

Lutfalsliga er størsti vøksturin millum vanligu akfarssløgini í vøruvognum. Higartil í ár eru 26 vøruvognar skrásettir, samanborið við 16 í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 62,5 prosent.

Eisini talið á viðfestivognum er vaksið nógv, úr 15 upp í 22, svarandi til 46,67 prosent. Hinvegin er talið á lastbilum minkað úr 24 niður í 18.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50